Persónbilur
læs mere
Á koyriskúlanum Førarasetrið eru tveir koyrilærarar: John A. Christiansen og Rúni Christiansen, sum báðir hava gingið á koyrilæraraskúla í Danmark og hava staðið próvtøkur har. Teir hava eisini lært víðari og kunnu tí geva frálæru til allar koyrikortsbólkar. Eisini hava teir nógvar royndir innan frálæru í Keypmannahavn og Tórshavn.
Stórur dentur verður lagdur á, at frálæran er á einum so høgum og góðum støði, sum gjørligt. Teir hava tó altíð tørvin hjá tí einstaka næminginum fremst í huganum.