Vælg en side
Vanligur bilur

Koyrikortið til persónbil

Tú kanst byrja uppá koyrikortið 3 mánaðir áðrenn tú fyllur 18 ár. Tú kanst fara upp til ástøðisroynd ein mánaða áðrenn tú fyllur 18 ár, og koyriroyndin kan ikki verða framd fyrr enn tann dagin tú fyllur 18 ár. Tá tú hevur staðið teori- og koyriroyndina til bólk B, hevur tú loyvi at koyra hesi akfør:

  • Persónbil upp til 3.500 kg. 
  • Vørubil upp til 3.500 kg.
  • Viðfestisvogn (anhangara) upp til 750 kg.
  • Traktor.
  • Prutl.
  • Arbeiðsamboð.

Fyri at taka koyrikortið til persónbil (bólk b), skalt tú hava 26 ástøðistímar (tímar í teorihølum) og 22 koyritímar.

Tilmelding