Vælg en side

Koyrikortið til motorsúkklu

Koyrikort til bólk A (lítil motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg. Tað er samstundis ein treyt, at motorsúkklan hevur eina motororku, sum í mesta lagi er 25 kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg.
  • Tríhjólaða motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3, og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð uppá í mesta lagi 45 km/t.

Koyrikort til lítla motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 18 ár

Koyrikort til bólk A (stór motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tey omanfyri nevndu akfør.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg, ella sum hevur eina motororku, ið er meira enn 25kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg.

Koyrikort til stóra motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 21 ár, ella í minsta lagi hevur 2 ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu.

Tilmelding

2 + 12 =