Vælg en side

Koyrikortið til lastbil og trailara

Bólkur C gevur rætt til at koyra:

  • Lastbil, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Motorriknan bulvogn.

Koyrikort til bólk C kann verða latið persóni, íð hevur fylt 18 ár.

Koyrikort til bólk C kann bert verða latið førarum, íð hava tikið koyrikort til bólk B.

Koyrikort til bólk C verður útgivið við gildi í 5 ár og skal hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.

  • Koyrikort til bólk C/E gevur harafturat rætt til at koyra akfør, ið eru umfatað av bólki D/E, tá handhavin hevur fingið koyrikort til bólk D. Koyrikort til bólk C/E gevur umframt rætt til at koyra lastbil við íkoplaðum bulvogni.
  • Koyrikort til bólk C/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 18 ár, hava tikið koyrikort til bólk B og ávikavíst bólk C.
  • Koyrikort til bólk D/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 21 ár og hevur koyrikort til bólk D.
  • Koyrikort til bólk C/E og bólk D/E verður útgivið við gildi til førarin hevur fylt 50 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan. 

Tilmelding