Vælg en side

Koyrikortið til taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra

Vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning. Tá ið umsókn um víðkan til vinnuligan fólkaflutning verður latin Akstovuni, skal hon vera undirskrivað og dagfest av umsøkjara og av koyrilærara, um hesin samstundis instillar umsøkjaran til roynd. Umsøkjarin ella í hansara stað koyrilærarin, verður kunnaður um at biðið verður um revsiváttan frá fútanum og at umsøkjarin ikki sleppur til ástøðis og verkliga roynd, fyrrenn revsiváttan fyriliggur og er viðgjørd av Akstovuni.

Koyrikort til motorakfar, sum er nýtt til vinnuligan fólkaflutning er vanliga galdandi í 5 ár frá degnum tað er givið.

Koyrikort til Bv verður latið einum persóni sum er 21 ár og javnan í minst 1 ár hevur koyrt bil. Vinnuligi persónbilurin skal í mesta lagi hava 9 sessur íroknað førarasessin og við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 3.500 kg.

Tilmelding

11 + 7 =