Vælg en side

Koyrikortið til buss

Bólkur D (stórur persónbilur) gevur rætt til at koyra

  • Persónbil við meira enn 8 sessum umframt førarasessin, ella hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Liðabuss.
  • Koyrikort til bólk D kann verða latið persóni, íð hevur fylt 21 ár.
  • Koyrikort til bólk D kann bert verða latið førarum, ið hava tikið koyrikort til bólk B
  • Koyrikort til bólk D verður útgivið við gildi til førarin hevur fylt 50 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.

Bussur til vinnuligan fólkaflutning (Dv):

  • Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra stóran persónbil (buss) (Dv), við tí ætlan at koyra vinnuligan fólkaflutning. Umsøkjarin ella í hansara stað koyrilærarin, verður kunnaður um at biðið verður um revsiváttan frá fútanum og at umsøkjarin ikki sleppur til ástøðis og verkliga roynd, fyrrenn revsiváttan fyriliggur og er viðgjørd av Akstovuni.
  • Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning er galdandi í mesta lagi 5 ár frá degnum tað er givið.
  • Koyrikort til Dv verður latið einum persóni, sum er 21 ár og javnan í minst 1 ár í seinasta 3 ára skeiðum hevur koyrt stóran persónbil, lastbil ella vøruvogn við heildarvekt omanfyri 5000 kg. Umsøkjarin skal prógva tað við einari váttan, at viðkomandi hevur koyrt stóran bil.

Tilmelding

1 + 14 =