Vælg en side

Endurtøka

Endurtøka

Er persónurin frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann viðkomandi, tá ið frádømingartíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Viðkomandi skal upp bæði til eina ástøðis og verkliga roynd. Ein kann fara upp til ástøðisroynd 3 mánaðir áðrenn og til verkliga roynd 1 mánað áðrenn frádømingartíðin er úti.

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. janurar 2007, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF-skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.

Eru meira enn 3 ár liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal umsøkjarin koma við einari læknaváttan, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir.

Hevði umsøkjarin koyrkort til fleiri koyrikortsbólkar, skal hann til koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) í øllum bólkum, um endurtøka ynskist í øllum bólkum.

Eftiransandi koyriroynd

Er persónurin frádømdur koyrirættin treytað, skal viðkomandi innan eina tíðarfreist (3 mánaðir), sum verður ásett av Akstovuni, til eina eftiransandi koyriroynd. Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur verða við at fara til roynd. Ein eftiransandi koyriroynd er sett saman av eini ástøðiligari og eini verkligari koyriroynd.

Tilmelding