Koyrikortið til persónbil
Tú kanst byrja uppá koyrikortið 3 mánaðir áðrenn tú fyllur 18 ár. Tú kanst fara upp til ástøðisroynd ein mánaða áðrenn tú fyllur 18 ár, og koyriroyndina kan ikki verða framd fyrr enn tann dagin tú fyllur 18 ár.
Tá tú hevur staðið teori- og koyriroyndina til bólk B, hevur tú loyvi at koyra hesi akfør:
- Persónbil upp til 3.500 kg
- Vørubil upp til 3.500 kg
- Viðfestisvogn (anhangara) upp til 750 kg
- Traktor
- Prutl
- Arbeiðsamboð
Tilmelding
- Vanliga fyrstahjálp
- Hjartamasagu
- Kunstigan andadrátt
- Hvussu ein tekur ein fallhjálm av løstaðum fólkum
- Og mangt annað
R/F Skeið
Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. januar 2007, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF - skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,20o/oo.
Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar, og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innan fyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldi í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,20 0oo.
Ásetingin hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin. Ongum loyvt at stýra ella royna at stýra, sum er so mikið ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at koyra akfarið um so er kann viðkomandi verða ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF - skeið (rúsdekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Skeiðslýsing
Skeiðið verður boðið út av góðkendum koyrilærarum í samstarvi við Akstovuna, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísisingarætlanini.
Skeiðið er sett saman av 4 pørtum – undirvísignareindum, har hvør parturin er 2½ til longdar, býtt yvir 4 vikur, tilsamans 10 tímar
Møtiskylda
Skeiðsluttakarin skal hava skilt hesi viðurskifti og reglur:
- Undirvíst verður í bólkum, sum skulu fylgja alt skeiðið.
- Møtiskylda er til allar 4 frálærueindirnar.
Um næmingurin ikki møtir til allar frálærueindirnar, skal hann byrja og gjalda av nýggjum. - Næmingurin skal møta áðrenn undirvísingin byrjar, og skal vera virkin í undirvísingini.
- Næmingurin má ikki møta ávirkaður av nøkrum rúsandi ella doyvandi evnum.
- Skeiðsleiðarin hevur heimild at burturvísa næmingum, ið ikki halda møtiskylduna.
- Í serligum førum, t.d. um næmingurin við læknaváttan kann skjalprógva, at hann hevur verið sjúkur, er møguleiki fyri at kunna fullføra útbúgvingina á einum skeiði, sum byrjar seinni.
- Skeiðsluttakarin góðtekur ta møtiskyldu og reglur, sum eru galdandi fyri skeiðið, og er eisini greiðir yvir, at um hann ikki heldur hesar reglur, kann hann vera burturvístur.
- Skeiðsluttakarin váttar við síni undirskrift, at í mesta lagi 3 mánaðir eru eftir av frádømingartíðini. Henda avmarking er ikki galdandi fyri teir, sum á fyrsta sinni fáa sær koyrikort, í sambandi við koyriforboð ella persónar við treytaðari frádøming