Koyrikortið til motorsúkklu
Koyrikort til bólk A (lítil motorsúkkla)gevur rætt at koyra
- Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg. Tað er samstundis ein treyt, at motorsúkklan hevur eina motororku, sum í mesta lagi er 25 kW.
- Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg.
- Tríhjólaða motorsúkklu
- Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3, og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð uppá í mesta lagi 45 km/t.
- Koyrikort til lítla motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 18 ár
Koyrikort til bólk A (stór motorsúkkla) gevur rætt at koyra
- Tey omanfyri nevndu akfør
- Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg, ella sum hevur eina motororku, ið er meira enn 25kW.
- Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt viðískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg
- Koyrikort til stóra motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 21 ár, ella í minsta lagi hevur 2 ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu.
Tilmelding
- Vanliga fyrstahjálp
- Hjartamasagu
- Kunstigan andadrátt
- Hvussu ein tekur ein fallhjálm av løstaðum fólkum
- Og mangt annað
R/F Skeið
Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. januar 2007, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF - skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,20o/oo.
Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar, og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innan fyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldi í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,20 0oo.
Ásetingin hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin. Ongum loyvt at stýra ella royna at stýra, sum er so mikið ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at koyra akfarið um so er kann viðkomandi verða ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF - skeið (rúsdekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Skeiðslýsing
Skeiðið verður boðið út av góðkendum koyrilærarum í samstarvi við Akstovuna, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísisingarætlanini.
Skeiðið er sett saman av 4 pørtum – undirvísignareindum, har hvør parturin er 2½ til longdar, býtt yvir 4 vikur, tilsamans 10 tímar
Møtiskylda
Skeiðsluttakarin skal hava skilt hesi viðurskifti og reglur:
- Undirvíst verður í bólkum, sum skulu fylgja alt skeiðið.
- Møtiskylda er til allar 4 frálærueindirnar.
Um næmingurin ikki møtir til allar frálærueindirnar, skal hann byrja og gjalda av nýggjum. - Næmingurin skal møta áðrenn undirvísingin byrjar, og skal vera virkin í undirvísingini.
- Næmingurin má ikki møta ávirkaður av nøkrum rúsandi ella doyvandi evnum.
- Skeiðsleiðarin hevur heimild at burturvísa næmingum, ið ikki halda møtiskylduna.
- Í serligum førum, t.d. um næmingurin við læknaváttan kann skjalprógva, at hann hevur verið sjúkur, er møguleiki fyri at kunna fullføra útbúgvingina á einum skeiði, sum byrjar seinni.
- Skeiðsluttakarin góðtekur ta møtiskyldu og reglur, sum eru galdandi fyri skeiðið, og er eisini greiðir yvir, at um hann ikki heldur hesar reglur, kann hann vera burturvístur.
- Skeiðsluttakarin váttar við síni undirskrift, at í mesta lagi 3 mánaðir eru eftir av frádømingartíðini. Henda avmarking er ikki galdandi fyri teir, sum á fyrsta sinni fáa sær koyrikort, í sambandi við koyriforboð ella persónar við treytaðari frádøming